Roðin heitir á øll um at ansa eftir okkara eldru

Nú nógvir jólagestir koma úr útlondum, har smittubreiðslan er stór og vaksandi, ræður um, at vit aftur eru umhugsin, vísa ábyrgd og gera sum mest fyri at verja okkara eldru borgarar, fyrst og fremst við at taka tilmælini frá myndugleikunum í størsta álvara.

Almennu tilmælini eru, at fólk lata seg kanna 72 tímar áðrenn, tey koma til Føroyar, við komu og so aftur á 6. degi, har komudagurin er at rokna sum dagur 0.

Útisetar eiga at vera heilt serliga ansin frá tí degi, tey koma til Føroya, og til kanningarúrslitið frá 6. degi er tøkt. Í stuttum eru tey saman við so fáum sum til ber, og skulu altíð fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Og um tey kenna seg sjúkan, skulu tey lata seg kanna beinanvegin.

Útisetar, sum hava avvarðandi á røktarheimum og sambýlum, eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi, fyrr enn staðfest er,  at royndin á 6. degi er negativ.

Higartil hevur eydnast at hildið smittuni burtur frá eldrarøktini, og hesa góðu gongd vilja vit halda fast við.

Vinarliga,

Jóngerð Guttesen, Leiðari

Posted on