Roðin Økistænastan søkir
Demenssamskipara til Dagtilhaldið á Skála
Endamálið við tilboðnum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, aktivan og innihaldsríkan gerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunna búgva heima longst møguligt.
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri teim, ið eru minnisveik, so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Talan er um 0,8 starvsbrøk.
Setanin er frá 01.04.17 at rokna – ella eftir nærri avtalu.

Starvsstaðið er Dagtilhaldið á Skála.

Førleikakrøv
• Sjúkrarøktarfrøðingur við demenssamskipara útbúgving og royndir innan økið
• Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
• Áhuga og hegni at vera um borgarar, ið eru minnisveikir
• Hegni/royndir at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum
• Ja-ligan hugburð
• Hug og hegni til samstarv
• KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða tær
• Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
• Avbjóðingar, ið at gerast partur av toymi, sum gongur á odda at skipa og menna tænastuna á nevnda øki
• Góðar arbeiðsumstøður
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær leiðaran hjá Roðanum, á tlf. 478200 ella 290200

Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík, att: leiðarin
og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 22.03.17,. Vinarliga viðmerk
“Starv hjá Roðanum” í umsóknini.

Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkarar: www.rodin.fo