April 11, 2023

Roðin økistænastan søkir eftir deildarleiðara til eindina fyri fysio- og ergoterapi


Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara til at leiða og mynda eindina fyri fysio- og ergoterapi í Roðanum. Talan er um eina tvørgangandi eind, ið skal taka sær av borgarum, ið búgva inni á heimunum og borgarum, ið búgva heima.

Endamálið við eindini fyri fysio- og ergoterapi er, at tann einstaki fólkapensjonisturin fær møguleika til at:

  • At betra ella varðveita møguleikarnar fyri at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív sum gjørligt.
  • At betra um heilsustøðuna.
  • At fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni.


Sum deildarleiðari ert tú partur av deildarleiðslutoyminum í Roðanum og hevur tætt samstarv við leiðaran.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR HJÁ DEILDARLEIÐARANUM ERU:

  • At ganga á odda í at mynda og lýsa tænastuna.
  • At seta í verk, samskipa, miðla og leiða eindina fyri fysio- og ergoterapi.
  • At tryggja trivnað og fakliga menning.
  • At miðla og seta í verk verandi og nýggja vitan innan fysio- og ergoterapi, rehabilitering og fyribyrging.
  • At skapa eitt áhugavert arbeiðspláss.
  • At samstarva innanhýsis og tvørtur um mørk.
  • At hava dagligu ábyrgdina av starvsfólkahópinum.
  • Saman við dygdarmennaranum at hava ábyrgd av, at menna eindina sum útbúgvingarstað hjá lesandi og næmingum.

FØRLEIKAKRØV:

  • Prógv og góðkenning sum fysio- ella ergoterapeutur.
  • Møguliga útbúgving innan leiðslu.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir.
  • Dugur at síggja týdningin av tvørfakligum samstarvi.
  • Góð samstarvsevni.
  • Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
  • Góð analytisk evni at miðla og seta í verk.
  • Forvitin, týðilig/-ur og rúmlig/-ur.
  • Gott yvirblikk.
  • Megna at halda fast og kunna skera ígjøgnum.
  • KT- førleika á brúkarastøði.
  • Tola møguligar broytingar í starvinum.

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið verður at seta 1. juni 2023 ella eftir nærri avtalu og verður lønt sambært KAF/Fíggjarmálaráðnum og avvarðandi fakfelag.

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til rodin@rodin.fo og viðmerkjast “deildarleiðari til eindina fyri fysio- og ergoterapi”. Umsóknarfreistin er 23. apríl 2023

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara tlf. 793300 ella við telduposti til jongerdg@rodin.fo.

MÁLIÐ HJÁ ROÐANUM ER:

Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

  • At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”