Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara til at leiða og mynda heimatænastuna hjá Roðanum. Heimatænastan fevnir um sjúkrarøkt, heimahjálp og fyribyrgjandi heimavitjanir til eldri borgarar í Nes,- Sjóvar,- og Runavíkar kommunu, sum búgva heima.
Sum deildarleiðari ert tú partur av deildarleiðslutoyminum í Roðanum og hevur tætt samstarv við leiðaran.
ARBEIÐSUPPGÁVURNAR HJÁ DEILDARLEIÐARANUM ERU:
• At ganga á odda í at mynda og lýsa heimatænastuna.
• At seta í verk, samskipa, miðla og leiða heimatænastuna.
• At tryggja trivnað og fakliga menning.
• At miðla og seta í verk verandi og nýggja vitan innan sjúkrarøkt, heimahjálp og fyribyrging.
• At skapa eitt áhugavert arbeiðspláss.
• At samstarva innanhýsis og tvørtur um mørk.
• At hava dagligu ábyrgdina av starvsfólkahópinum.
• At hava ábyrgd av at menna heimatænastuna sum útbúgvingarstað hjá lesandi og næmingum.
FØRLEIKAKRØV:
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.
• Viðkomandi arbeiðsroyndir.
• Dugur at síggja týdningin av tvørfakligum samstarvi.
• Góð samstarvsevni.
• Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
• Góð analytisk evni at miðla og seta í verk.
• Forvitin, týðilig/-ur og rúmlig/-ur.
• Gott yvirblikk.
• Megna at halda fast og kunna skera ígjøgnum.
• KT- førleika á brúkarastøði.
• Tola møguligar broytingar í starvinum.
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið verður at seta 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu og verður lønt sambært KAF/Fíggjarmálaráðnum og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til rodin@rodin.fo og viðmerkjast “deildarleiðari til heimatænastuna”. Umsóknarfreistin er 20. november 2017.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara tlf. 793300 ella við telduposti til jongerdg@rodin.fo.
MÁLIÐ HJÁ ROÐANUM ER:
Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
• At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
• At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”