ROÐIN ØKISTÆNASTAN SØKIR EFTIR SJÚKRARØKTARFRØÐINGI TIL HEIMATÆNASTUNA

Talan er um eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðafarloyvi. Starvsbrøkurin er 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru um dagin, mánadag til fríggjadag. Starvið er til setan frá 1. oktober 2020 til 1. sep 2021.

Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima. Endamálið er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

FØRLEIKAKRØV

Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í einum tvørfakligum toymi.
KT-førleika á brúkarastøði
Fyrimunur er um umsøkjari hevur breiðar kliniskar royndir

VIT BJÓÐA TÆR

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til heimatænastuna”
Umsóknarfreistin er 17. august 2020.

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:

  • Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
  • At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”
Posted on