Roðin Økistænastan søkir frítíðaravloysarar

Roðin Økistænastan søkir FRÍTÍÐARAVLOYSARAR fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar at arbeiða í tíðarskeiðnum frá 01. juni til 31. august 2017.

Hevur tú ikki útbúgving, men hug at arbeiða innan eldaøkið, so ert tú eisini vælkomin, at senda okkum eina umsókn.

Arbeiðið umfatar heilsu-og sjúkrarøkt, stuðul og vegleiðing til borgarar,sum búgva heima og/ella á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi og á sambýlunum Vesturkin og Sjóvarlon.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Lønar-og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Roðan ,tlf 478200 ella teldupost rodin@rodin.fo

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 28. februar 2017.

Umsóknin, merkt “summarfrítíðaravloysari” ,skal sendast til : rodin@rodin.fo ella

ROÐIN – økistænastan
Friðartún 1
FO-620 Runavík

Posted on