Roðin Økistænastan søkir hjálparfólk til flutningstænastuna og fyrifallandi arbeið

Roðin Økistænastan søkir:
Hjálparfólk at seta í starv 1. mars ella eftir nærri avtalu.

Talan er um 0,8 tíðar starv, har tann,ið settur verður kemur at røkja

· Flutningstænastuna hjá Roðanum og
· fyrifallandi arbeiði eftir nærri avtalu

Førleikakrøv til umsøkjarin:

· koyrikort
· stóra koyrikort ein fyrimunur
· royndir innan eldraøkið
· dugir at samskifta við eldri borgarar og avvarðandi teirra
· heilsufakligútbúgving ein fyrimunur
· góðan samstarvsførleika
· er jaligur fyri avbjóðingum og broytingum í arbeiðsuppgávum
· arbeiðsamur og ábyrgdarfullur

Vit kunnu bjóða:

· Eitt sjálvstøðugt, mennandi og áhugavert starv
· Eitt starv við nógvum avbjóðingum

Lønar-og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála

Um tú ynskir at vita nærri um starvið, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við leiðaran á Roðanum ,tlf 478200 ella 290200 ella tpost rodin@rodin.fo

Lýsingin sæst eisini á okkara heimasíðu: www.rodin.fo

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 24. februar 2017.

Umsóknin, merkt “hjálparfólk” ,skal sendast til : rodin@rodin.fo ella

ROÐIN – økistænastan
Friðartún 1
FO-620 Runavík

Posted on