Roðin Økistænastan søkir sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktara / heilsuhjálpara

Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktara / heilsuhjálpara til Roðan

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri fyri teim,ið búleikast á heimum okkara, so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Søkt verður eftir

· Sjúkrarøktarfrøðingi til Miðstovu í starvsbrøki 0,7 fyri tíðarskeiðið 01.04 – 31.12.17
· Heilsurøktara/heilsuhjálpara til Miðstovu í starvsbrøki 0,7 fyri tíðarskeiðið 01.04 – 31.12.17
· Sjúkrarøktarfrøðingi til Norðurstovu í starvbrøki 0,7 frá 01.04.17 at rokna.

Umhugsar tú at fáa tær útbúgving innan økið, so ert tú vælkomin at søkja sum hjálparfólk.

Starvsstaðið er Eysturoyar Røktar-og ellisheim.

Førleikakrøv 
· Viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan økið
· Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
· Ja-ligan hugburð
· Hug og hegni til samstarv
· KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
· Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
· Góðar arbeiðsumstøður
· Skipaða innleiðslu  
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til ávikavíst Beintu Dalheim, deildarleiðara á Miðstovu 290210 og Kristbjørg Petersen, deildarleiðara á Norðurstovu tlf. 290205

Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐAN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík
og skal verða okkum í hendi 25.02.17. Vinarliga viðmerk “Starv hjá Roðanum” í
umsóknini.

Lýsingin sæst eisini á okkara heimasíðu: www.rodin.fo

Posted on