Roðin Økistænastan søkir Tørvsmeta í tíðaravmarkað starv

Roðin Økistænastan søkir:

Søkt verður eftir avloysarar fyri  sjúkrarøktarfrøðing at arbeiða sum tørvsmeti (visitator) í starvsbrøki 0,8 í tíðarskeiðinum 01. juli 2017 til 31.12.17.

Eisini kann avtalast nærri, nær byrjað verður

Arbeiðsuppgávurnar fevna um heimavitjanir, har mett verður um tørv av tænastutilboðum innan økistænastuna hjá Roðanum

Eftir nærri avtalu kemur ein partur av arbeiðum eisini at fevna um fyribyrgjandi heimavitjanir.

Lønar-og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála

Um tú ynskir at vita nærri um starvið, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Annfríð Neslíð, deildarleiðara ,tlf 793304 ella tpost rodin@rodin.fo

Lýsingin sæst eisini á okkara heimasíðu: www.rodin.fo

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi  28. juni 2017.

Umsóknin, merkt “umsókn ,skal sendast til : rodin@rodin.fo  ella

ROÐIN – økistænastan

Friðartún 1

FO-620 Runavík

Posted on