Roðin Økistænastan søkir deildarleiðara til sambýlið Vesturskin á Toftum
Søkt verður eftir deildarleiðara- 0,8 tíð – at byrja 01.03.17 ella eftir nærri avtalu.
Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði fyri búfólk og starvsfólk framvegis eyðkennir sambýlið og vænta vit tí, at tú hevur áhuga og gleði við, at samskifta við eldri fólk og at tú somuleiðis hevur vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk og avvarðandi.
Uppgáva tín verður, m.a. støðugt at menna eitt heimligt umhvørvi og at stuðla undir virkisførleika og vælveru hjá tí einstaka búfólkinum.
Førleikakrøv til deildarleiðarastarvið:
• Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Royndir innan eldraøkið
• Leiðsluroyndir og eftirútbúgving innan leiðslu
• Torir at ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum
• Góð samstarvsevnir
• Hug og hegni at undirvísa og vegleiða starvsfólki
• Telduførleika
• Førleika at nýta Vaktplan
Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av:
• Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdina av umsorganararbeiðinum á
sambýlinum
• At kveikja og menna starvsfólkini og virksemið sum heild.
• Fyriskipanini av virkseminum hjá lesandi og næmingum
• At virkað verður innan givnan fíggjarkarm
Vit kunnu bjóða:
• Eitt sjálvstøðugt, mennandi og áhugavert starv
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Part í leiðslutoymi
• Ávirkan á menningina av tænastum og tilboðum hjá Roðanum
Setunar-og lønarviðurskifti: sambært galdandi sáttmála
Nærri kunning starvinum viðvíkjandi fæst frá leiðaranum á Roðanum á tlf. 478200 ella 290200.
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi , viðmælum v.m. skulu sendast til: rodin@rodin.fo ella
Roðin – økistænastan
Att: leiðarin
Friðartún1
620 Runavík
Umsóknarfreist 15.februar 2017.