1234>

January 8, 2021

Roðin søkir eftir heilsurøkta og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Søkt verður eftir: 

– Einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

– tveimum heilsuhjálparum fyri heilsuhjálparar í farloyvi. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV

  ·         Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
·         Prógv sum heilsuhjálpari

·         Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens

·         Góð evni at samskifta í skrift og talu
·         Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
·         KT-førleika á brúkarastøði

·         Kann verða fyrimunur um tú hevur prógv sum demenssamskipari

VIT BJÓÐA TÆR

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum


SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið, sum heilsurøktari verður at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við Heilsurøktarafelagið  og KAF / Fíggjarmálaráðið.

Farloyvisstørvini sum heilsuhjálpari verða at seta 1. mars 2021, ella sum skjótast, til og við 30. januar 2022. og lønt sambært sáttmálanum við Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF/Fíggjamálaráðið.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Anniku Kallsberg, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til annikak@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”

Umsóknarfreistin er 24. januar 2021.