Roðin søkir eftir heilsurøktara til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

 Søkt verður eftir:

Einum heilsurøktara fyri heilsurøktara í barnsburðarfarloyvi. Talan er um starvsbrøk 0.9 svarandi til 36 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskiftið.

 FØRLEIKAKRØV

·         Prógv og góðkenning sum heilsurøktarigur
·         Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens
·         Góð evni at samskifta í skrift og talu
·         Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
·         KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður at seta frá 1. mai 2021 til 1. apríl 2022 og lønt sambært sáttmála við Heilsurøktarafelagið og KAF / Fíggjarmálaráðið.

Søkir skikkaður umsøkjarai ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Kallsberg, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til annikak@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”

Umsóknarfreistin er 03.mars 2021.

Posted on