Roðin søkir eftir heilsurøktara til Miðstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Søkt verður eftir:

Einum heilsurøktara fyri heilsurøktara í farloyvi í tíðarskeiðnum 1. mai 2021 til 30. apríl 2022. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

 FØRLEIKAKRØV

Prógv og góðkenning sum heilsurøktari

Áhuga at arbeiða við eldri

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning
KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Søkjur skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður til setan 1. mai 2021 til 30 apríl 2022 og verður lønt sambært sáttmála við Heilsurøktarafelagið og KAF / Fíggjarmálaráðið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu Joensen, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290208 ella við telduposti til hannaarnaj@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Miðstovu”.
Umsóknarfreistin er 03. mars 2021.

Posted on