Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Møguleiki er fyri lægri setanarbrøki.
FØRLEIKAKRØV
• | Prógv og góðkenning sum heilsurøktari |
• | Áhuga at arbeiða við eldri fólki |
• | Góð evni at samskifta í skrift og talu |
• | Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning |
• | KT-førleika á brúkarastøði |
VIT BJÓÐA TÆR
• | ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag |
• | ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum |
• | eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar |
• | møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum |
Søkjur skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður at seta 1. mars 2021 ella sum skjótast og verður lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er. 28.januar 2021.