ROÐIN ØKISTÆNASTAN SØKIR EFTIR HEILSURØKTARUM TIL MIÐSTOVU Á RØKTAR- OG ELLISHEIMINUM Í RUNAVÍK

Søkt verður eftir:

-Tveimum heilsurøktarum á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
• Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning
• KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða til setan 1. mars 2018 og verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Elinborg Potts, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290204 ella við telduposti til elinporgp@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Miðstovu”.
Umsóknarfreistin er 26.januar 2018.

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:
• Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
• At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
• At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

Posted on