1234>

March 4, 2021

ROÐIN SØKIR EFTIR HEILSURØKTARUM TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM

Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Søkt verður eftir:

Tveimum heilsurøktarum á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

 Møguleiki er fyri lægri setanarbrøki.

 FØRLEIKAKRØV

Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
Áhuga at arbeiða við eldri fólki
Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning
KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verður at seta 1. mai 2021 ella sum skjótast og verða lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er. 19.mars 2021.