May 8, 2023
ROÐIN SØKIR EFTIR RØKTARSTARVSFÓLKI TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM
Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
- Einum heilsuhjálpara fyri heilsuhjálpara í barnsburðarfarloyvi. Starvið er á setanarbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna og arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
- Einum heilsuhjálpara í fsat starv. Starvið er á setanarbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna og arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
- Einum sjúkrarøktarfrøðingi fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi á starvsbrøki 0,5 svarandi til 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dagvakt og eitt vikuskifti um mánaðin.
Barnsburðarfarloyvisstarvið sum heilsuhjálpari er til setan sum skjótast og til 31. mai 2024.
Farloyvisstarvið sum sjúkrarøktarfrøðingur er til setansum frá 1. juni 2023 og til 1. apríl 2024.
Starvið sum heilsuhjálpari er til setan 1. juni ella skjótast tilber.
FØRLEIKAKRØV
• | Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur Prógv sum heilsuhjálpari |
• | Áhuga at arbeiða við eldri fólki |
• | Góð evni at samskifta í skrift og talu |
• | Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning |
• | KT-førleika á brúkarastøði |
VIT BJÓÐA TÆR
• | Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag |
• | Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum |
• | Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar |
• | Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum |
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er 21.05.2023.