July 19, 2023

Roðin søkir eftir røktarstarvsfólki til sambýlið Vesturskin á Toftum

Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara á brøk 0,8, svarandi til 32 tímar miðal um vikuna í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
  • Einum heilsuhjálpara á brøk 0,8, svarandi til 32 tímar miðal um vikuna í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

Bæði størvini eru til byrjan 01.09.2023 ella skjótast gjørligt/eftir nærri avtalu.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar umsøkjari setast – og uppgávurnar verða tillagaðar.

 FØRLEIKAKRØV

Prógv og góðkenning sum heilsurøktari/Prógv sum heilsuhjálpari.
Áhugað at arbeiða við eldri fólki
Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning
KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

góða innleiðslu
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum


SETANARVIÐURSKIFTIR

Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskini. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndum verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er 03.08.2023