Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.
Søkt verður eftir:
– Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
-Tveimum heilsurøktarum á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
– Tveimum heilsuhjálparum á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Møguleiki er fyri hægri starvsbrøki.
FØRLEIKAKRØV
· Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur | ||
· Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
· Prógv sum heilsuhjálpari · Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens |
||
· Góð evni at samskifta í skrift og talu | ||
· Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind | ||
· KT-førleika á brúkarastøði
· Kann verða fyrimunur um tú hevur prógv sum demenssamskipari |
VIT BJÓÐA TÆR
• | ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag |
• | ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum |
• | eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar |
• | møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum |
Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF / Fíggjarmálaráðið
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Roðan, telefon 478200 ella við telduposti til rodin@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”
Umsóknarfreistin er 15. juni 2020.