Kundi tú hugsað tær at roynt teg sum hjálparfólk innan eldraøkið og verið við til at skapa góð og virðilig kor fyri fyri teim, ið búleikast á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi, so vilja vit geva tær henda møguleika.
Um tú hevur
- Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
- Ja- ligan hugburð
- Hug og hegni til samstarv
so átti tú kanska at roynt hendan møguleikan, ið Roðin nú bjóðar tær.
Vit kunnu bjóða
- Skipaða innleiðslu
- Góðar arbeiðsumstøður
Hetta kann gerast ein byrjan hjá tær til eina heilsufakliga útbúgving.
Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn ella seta teg í samband við okkum.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á tlf. 478200
Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620
Runavík, att: leiðarin og skal verða okkum í hendi innan 20.12.16.
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620
Runavík, att: leiðarin og skal verða okkum í hendi innan 20.12.16.
Vinarliga viðmerk “Starvsmøguleikar hjá Roðanum” í umsóknini.