Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri fyri teim, ið búleikast á heimum okkara, so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum.
Søkt verður eftir starvsfólki til Terapieindina í starvsbrøki 0,7
Uppgávan/arbeiðið er at vera við til at skapa ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag saman við búðfólkunum á Eysturoyar røktar-og ellisheimi.
Starvsfólkið verður knýtt at ergoterapiini á ERE
Setanin er frá 01.01.17 at rokna – ella eftir nærri avtalu.
Starvsstaðið er Eysturoyar Røktar-og ellisheim.
- Førleikakrøv
- Heilsufakliga útbúgving
- Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
- Persónligar eginleikar ið kunna kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
- Ja-ligan hugburð
- Hug og hegni til samstarv
- KT- førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
- Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
- Góðar arbeiðsumstøður
- Skipaða innleiðslu
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðbjørg Joensen, deildarleiðara á tlf. 478200
Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620
Runavík, att: leiðarin og skal verða okkum í hendi innan 20.12.16.
Vinarliga viðmerk “Starv hjá Roðanum” í umsóknini.
.