Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri fyri teim, ið búleikast á heimum okkara, so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum.
Søkt verður eftir
- Sjúkrarøktarfrøðingum til Miðstovu, í starvsbrøki 0,7
- Sjúkrarøktarfrøðingi til Norðurstovu, í starvbrøki 0,7
- Heilsurøktara/heilsuhjálpara til Norðurstovu, í starvsbrøki 0,7
- Heilsurøktara til Miðstovu, í starvsbrøki 0,7
- Heilsuhjálpara og ella hjálparfólki til Miðstovu, í starvsbrøki 0,7
Umhugsar tú at fáa tær útbúgving innan økið, so ert tú vælkomin at søkja sum hjálparfólk.
Setanin er frá 01.01.17 at rokna – ella eftir nærri avtalu.
Starvsstaðið er Eysturoyar Røktar-og ellisheim.
Førleikakrøv
- Viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan økið
- Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
- Ja-ligan hugburð
- Hug og hegni til samstarv
- KT – førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
- Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
- Góðar arbeiðsumstøður
- Skipaða innleiðslu
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til ávikavíst Beintu Dalheim, deildarleiðara á Miðstovu og Kristbjørg Petersen, deildarleiðara á Norðurstovu tlf. 47 82 00.
Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við teldupost til sam@sam.fo ella til ROÐAN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík,
og skal verða okkum í hendi innan 10.11.16. Vinarliga viðmerk “Starv hjá Roðanum” í
umsóknini.