Sjúkrarøktarfrøðingur til Norðurstovu

ØKISTÆNASTAN ROÐIN SØKIR EFTIR STARVSFÓLKIÐ TIL NORÐURSTOVU Á ELLIS- OG RØKTARHEIMINUM Í RUNAVÍK.

Talan er um eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur til setan sum skjótast. Starvsbrøkiurin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum gerandisdagar.

Norðurstova er búeind hjá 24 fólkum. Í búeindini veður dentur lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Norðurstovu strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning
• KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara í Norðurstovu. Telefon 290205 ella við telduposti til kristbjorgp@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingr til Norðurstovu”.
Umsóknarfreistin er 23. oktober 2017.

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:
• Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
• At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
• At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

Posted on