Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon

Talan er um eitt spennandi starv, sum sjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í dagtímunum mitt í viku.

Starvið er til setan 1. november 2020 ella skjótast tilber.

Á Sjóvarlon eru 9 búpláss og eitt pláss til umlætting. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiðið á heiminum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina.

Tú kemur, at arbeiða í tøttum samstarvi við deildarleiðaran. Tú ert við til at mynda starvið og leggja arbeiðið tilrættis. Tú, saman við deildarleiðararnum, hevur ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum á heiminum við bæði kompleksum, torgreiddum, akuttum, somatiskum og sálarligum vanadamálsstøðum. Tú samstarvar tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar – bæði internt og eksternt. Tú kemur at hava um hendi serligu fakøkini s.s. heilivág, klinisk vegleiðing, planleggja røktargongdir og palliatión.

Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, góðar umstøður, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag og góðar møguleikar fyri førleikamenning innan útbúgving og skeið.

Førleikakrøv:

Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

Telduførleika á brúkarastøði 

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga fyri eldri fólki og vil stuðla undir kjarnuuppgávu Roðans, sum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivnað, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
  • Hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjalvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi.
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og at tær dámar væl avbjóðingar.
  • Dugur væl at málbera teg í skrift og talu.
  • Kann verða fyrimunur um tú hevur kliniska vegleiðaraútbúgvingStarvið verður lønt sambært sáttmála við KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
  • Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunn Olsen, deildarleiðara, tlf 793387 ella við telduposti til gunno@rodin.fo
  • Setanarviðurskifti
    Starvið verður at seta 1. november ella skjótast gjørligt.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”sjúkrarøktarfrøðingur Sjóvarlon”
Umsóknarfreistin er 20. september 2020.

Roðin er javnbjóðis samstarv millum Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

Kjarnuuppgáva Roðans er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Málið er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu.

  • At veita eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”
Posted on