April 12, 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon – farloyvisstarv

Talan er um eitt spennandi starv fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Starvsbrøkurin er 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í dagtímunum mitt í viku og 4. hvørt vikuskifti.  

Starvið er til setan frá 15. juni 2024 til 1. august 2025.

Á Sjóvarlon eru 9 búpláss og eitt pláss til umlætting. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiðið á heiminum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina.

Tú kemur, at arbeiða í tøttum samstarvi við deildarleiðaran. Tú ert við til at mynda starvið og leggja arbeiðið tilrættis. Tú, saman við deildarleiðararnum, hevur ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum á heiminum við bæði kompleksum, torgreiddum, akuttum, somatiskum og sálarligum vanadamálsstøðum. Tú samstarvar tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar – bæði internt og eksternt. Tú kemur at hava um hendi serligu fakøkini s.s. heilivág, klinisk vegleiðing, planleggja røktargongdir og palliatión.

Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, góðar umstøður, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag og góðar møguleikar fyri førleikamenning innan útbúgving og skeið.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Telduførleika á brúkarastøði

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga fyri eldri fólki og vil stuðla undir kjarnuuppgávu Roðans, sum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivnað, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
  • Hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjalvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi.
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og at tær dámar væl avbjóðingar.
  • Dugur væl at málbera teg í skrift og talu.
  • Kann verða fyrimunur um tú hevur kliniska vegleiðaraútbúgving

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunn Olsen, deildarleiðara, tlf 793387  ella við telduposti til gunno@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”sjúkrarøktarfrøðingur Sjóvarlon”
Umsóknarfreistin er 28. apríl 2024.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnartillagaðar.  


Roðin er javnbjóðis samstarv millum Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

Kjarnuuppgáva Roðans er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Málið er er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu.

  • At veita eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”