Talan er um:
2 størv, sum heilsurøktari á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í blandaðum vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
3 størv, sum heilsuhjálpari á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna, í blandaðum vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Størvini eru til setan 01.juni 2019 ella sum skjótast.
Vesturskin er sambýlið á Toftum og har búgva 16 fólk sum eru eldri enn 67 ár. Á sambýlinum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á sambýlinum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina. Arbeitt verður, í samstarv við sjúkrarøktarfrøðingi, við einstaklinga røktargongdum.
Endamálið hjá Roðanum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt.
FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning, sum heilsurøktari
• Prógv sum heilsuhjálpari
• KT førleika á brúkarastøði
VIT LEGGJA DENT Á
– Áhugan fyri eldrarøkt
– Evni at samskifta
– Evni at raðfesta arbeiðsuppgávur
– Hugin og evnini at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva í toymi
– Hugin og evnini at læra og læra frá sær í praksis
– Persónligar eginleikar, lyndi og tænastusinni
ARBEIÐSUPPGÁVUR
– Dagliga røkt til búfólk
– Fylgja røktargongdum hjá búfólkunum
– At útinna, miðla og menna røkt til búfólk, avvarðandi og starvsfólk
– Skjalfesta dagligu røktina
– Samstarva við aðrar fakbólkar
VIT BJÓÐA TÆR
– Góða innleiðslu
– Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag – Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður – Møguleikan at menna røktina á deildini – Gott tvørfakligt samstarv
Søkja fakliga skikkaðir umsøkjarar ikki størvini – ávikavist heilsurøktarar og heilsuhjálparar, kunnu tey setast av øðrum og tillaðast samsvarandi.
SETANARVIÐURSKIFTI MEIRA FÆST AT VITA
UMSÓKN
|