Eftir at umsókn er móttikin um búpláss, tekur ein upptøkunevnd, eftir tilmæli frá tørvsmetara, avgerð um upptøku.
Avgerðin er fakliga grundað, og upptøkunevndin skal tryggja, at borgarin við størsta tørvi fær hægstu raðfesting.
Allir fyritíðar- ella fólkapensjónistar, ið búgva í eldrabústovni – uttan mun til, um teir eru giftir ella stakir – fáa pensjónsupphædd sum stakir pensjónistar. Gjaldið er somuleiðis líka fyri øll, gift sum støk.
Øll rinda somu upphædd fyri vistarhald (húsaleiga, olja, el, mat, reingerð, felags útreiðslur o.t.).
Øll rinda eitt minsta tænastugjald, ið m.a. fevnir um røkt og praktiska hjálp. Tey, ið hava aðra inntøku enn veitingarnar frá tí almenna, sum fer um ásett mark, til dømis tænastumannaeftirløn, krígspensjón, rentuinntøku ella líknandi, rinda eitt eyka tænastugjald í mun til inntøkuna. Gjaldið er ásett í kunngerð og er treytað av, hvussu høg inntøkan er.
Leinkja til umsóknarblað
Leinkja til kunngerð um gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.