Dagtilhaldið á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi.
Tilboðið verða veitt heimabúgvandi fólkapensjónistum, ið hava tørv á einum skipaðum tilboði.
Dagtilhaldið heldur til í Heimistovu á ERE.
Endamál:
At varðveita og stuðla førleika brúkaranna, tað veri seg likamliga, sálarliga, andaliga og sosialt.
Innihald:
Sosial samvera, ítriv av handaligum og andaligum slag. Møguleiki er fyri at fáa venjing.
Krøv til brúkaran:
Skal verða førur fyri fatanarliga, sálarliga og sosialt at taka virknan lut í teimum tilboðum dagtilhaldið hevur.
Megna at eta sjálvur.
Klára at fara á wc sjálvur (tó er møguleiki fyri stuðli).
Onnur tilboð:
Døgurði og annað ábit.
Hárviðgerð kann fáast sambært avtalu, og er til tey, ið ikki kunnu nýta tilboð í býnum/bygdini.
Fótarøkt kann veitast eftir nærri avtalu.
Opið er:
Týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag kl. 9.00-16.00.
Leiðari á Dagtilhaldinum er Eyðbjørg Joensen.