Á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi er kantina, sum búfólk, avvarðandi og starvsfólk kunnu gera nýtslu av.

Starvsfólk og avvarðandi mega nýta eitt serstakt gjaldskort til kantinuna og fæst hetta til keyps á skrivstovuni.

Skelti við prísum v.m. hongur í kantinuni.

Skrivstovan er opin yrkadagar frá kl. 9.00 – 15.00.