March 12, 2020

Tillagingar í Roðanum í mun til fyribyrgjan av Coronasmittu

Næstu tvær vikurnar er dagtilboðið á Skála og dagtilboðið á Eysturoyar røktar- og ellisheimi stongt.

Vegna tilmælini frá landsmynduleikunum verður somuleiðis heitt á avvarðandi hjá búfólkum á búðstovnum í Roðanum um, ikki at koma at vitja  næstu tvær vikurnar  – uttan heilt serligar umstøður.  Undir serligum umstøðum verða tit biðin um at venda tykkum til avvarðandi deildarleiðara.