Visitator til Roðan Økistænastuna

VISITATOR TIL ØKISTÆNASTUNA ROÐAN

Talan er um eitt avbjóðandi og gevandi starv til setan 1. januar 2018. Aðalmálið við starvinum er at tryggja, at allir borgarar, ið venda sær til Roðan um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til fyribyrging, heilsustimbran, rehabilitering, røkt og umsorgan.

UPPGÁVURNAR HJÁ VISITATOR ERU Í HØVUÐSHEITUM:

• at visitera til røkt, viðgerð og tilboð
• at gera málrættaða saksviðgerð
• at skráseta og skjalfesta í 3V skipanini
• visitera til umlætting og dagtilboð
• visitera til búpláss

VIT VÆNTA AT TÚ:

• hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• hevur góðan teduførleika
• dugur væl at samskifta í skrift og talu
• hevur góð samstarvseni

VIT BJÓÐA TÆR:

• Eitt gott arbeiðspláss við góðum umstøðum og fjølbroyttum avbjóðingum
• Møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av tænastum og tilboðum hjá Roðanum
• Góða innleiðslu og upplæring

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið/ KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvið verður skipað undir økistænastuni Roðanum

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jóngerð Guttesen leiðara, jongerdg@rodin.fo tlf. 793300

Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning og viðkomandi skjølum skulu sendast við posti til: Roðin, Friðartún 1, 620 Runavík ella við telduposti til: rodin@rodin.fo. Viðmerk umsóknina “visitator til Roðan”.

Umsóknarfreistin er 23.oktober 2017

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:
• Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
• At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
• At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

Posted on