November 11, 2021

Vitjandi á bústovnum í Roðanum

Vísandi til høgu smittutølini í landinum og til nýggjastu tilmælini frá landsstýrinum verða hesi galdandi fyri fyri vitjandi á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, Vesturskini og á Sjóvarlon frá leygardegnum 13. nov 2021 at rokna:

Allar vitjanir skulu fara fram á búrúminum hjá búfólkinum. Um til ber, skal vitjandi hava minst møguligt samband við starvsfólk ella onnur búfólk. Heitt verður á vitjandi um at ganga beina og stytstu leið inn í búrúmið hjá búfólkinum.

Mælt verður til, at tey vitjandi hava koronapass. Tað sæst at lesa um koronapass á www.korona.fo.

Heitt verður á vitjandi um at skráseta seg í skrásetingarskjalinum, sum liggur inni í búrúminum og framhaldandi at vísa størsta varsemi og at halda almennu tilmælini um hondreinføri og frástøðu.

Roðin fylgir gongdini neyvt og fylgir broytingum í tilmælunum frá landstýrinum.


Blíðar heilsur
Jóngerð Guttesen
Leiðari