Dátuverndarkunning


ROÐIN (“Roðin”, “vit”, “okkum”, “okkara”) hevur skyldu til at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á teimum upplýsingum, undir hesum persónupplýsingum, vit viðgera um borgaran og búfólk, umframt okkara starvsfólk og viðskiftafólk. Vit taka dátuvernd í størsta álvara og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.

Tá Roðin viðger persónupplýsingar í sambandi við innanhýsis starvsfólkaumsiting ella sum partur av veiting av tilboðum og tænastum til borgarar og búfólk okkara, hava vit ábyrgd av teimum persónupplýsingum, vit viðgera.

Hendan dátuverndarkunning lýsir tær viðgerðir Roðin fremur, og er ætlað sum ein almenn kunning til tey, vit viðgera persónupplýsingar um.

Okkara viðgerðir

Starvsfólk: Starvssøkjandi

Endamál og viðgerðarheimild

Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu søkja eftir starvsfólki, undir hesum fyri at kunna viðgera starvsumsóknir og meta um tínar førleikar fyri at kunna røkja eitt ítøkiligt ella komandi starv.

Okkara talgilda viðgerð av umsóknum umvegis teldupost, beinleiðis umvegis heimasíðu okkara ella umvegis triðjapartsveitara, undir hesum Alfred, er eins og tann fysiska viðgerðin av umsóknum umsøkjarar koma við, partur av okkara grundleggjandi arbeiði, sum almennur myndugleiki og er heimilda sambært § 8, stk. 1, nr. 5 í dátuverndarlógini.


Upplýsingar vit savna

Vit skráseta og viðgera vanliga tær persónupplýsingar, sum umsøkjarin sjálvir sendir okkum. Hesar upplýsingar kunnu umfata navn, samskiftisupplýsingar, arbeiðsroyndir, útbúgvingar- og skeiðsprógv, umframt aðrar persónupplýsingar.

Varðveitslutíðarskeið

Tá vit søkja eftir starvsfólki, verða upplýsingarnar, sum skrásetti hevur latið okkum, varðveittar í samsvari við fyrisitingarligum ásetingum um skjalføring av inn- og útgangangi posti. Vit varðveita upplýsingarnar inntil hesar verða avhendaðar til Tjóðskjalasavnið. Tá avhendingin er avgreidd, verða móttiknar starvsumsóknir strikaðar. Starvsumsóknir og aðrar upplýsingar hjá umsøkjara, ið fær starvið, kunnu tó verða varðveittar yvir eitt longri tíðarskeið.

Borgarar og búfólk: Tænastur og tilboð

Endamál og viðgerðarheimild

Roðin veitir fjøltáttaðar tænastur og tilboð til borgarar og búfólk. Tænasturnar vit veita eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Í hesum sambandi fer okkara viðgerð av persónupplýsingum um borgarar og búfólk fram, sum partur av okkara uppgávum sum almennur myndugleiki. Ávísar tænastur og tilboð, sum Roðin veitir, eru beinleiðis grundaðar á tær rættarligu skyldur, sum vit fylgja sambært lóg.

Okkara viðgerðarheimild byggir á § 8, stk. 1, nr. 3, tá vit halda okkara rættarligu skyldur við at veita lógarkravdar tænastur og tilboð til borgarar og búfólk. Viðgerðarheimildin er harumframt grundað á § 8, stk. 1, nr. 5 í sambandi við okkara dátuviðgerðir sum almennur myndugleiki.

Upplýsingar vit savna

Hvørjar ítøkiligar upplýsingar vit skráseta og viðgera, velst um hvørja tænastu ella tilboð borgarin móttekur frá okkum. Vanligu upplýsingarnar vit skráseta, kunnu m.a. umfatað: fulla navn, P-tal, bústaður, samskiftisupplýsingar, undir hesum telefonnr. og teldupost, kyn ella upplýsingar um hjúnastøðu.

Sum partur av veitingunum viðgera vit eisini viðkvæmar persónupplýsingar, serliga heilsuupplýsingar, undir hesum upplýsingar um heilsustøðuna hjá borgaranum og nýtslu av heilivági.

Vit kunnu eisini viðgera persónupplýsingar um avvarðandi, vanliga er hetta navn og samskiftisupplýsingar.

Hvar upplýsingarnar koma frá

Upplýsingar vit skráseta og viðgera um borgarar og búfólk, koma frá skrásetta sjálvum. Í ávísum førum verða neyðugar upplýsingar latnar okkum frá avvarðandi, lækna ella øðrum viðkomandi starvsfólki innan heilsuøkið. Starvsfólk á Roðanum skráseta eisini upplýsingar leypandi, meðan borgarin fær eina tænastu ella, meðan viðkomandi er búfólk hjá okkum.

Varðveitslutíðarskeið

Varðveitslutíðarskeiðið ella fyritreytin fyri nær persónupplýsingar verða strikaðar, velst um hvørja tænastu ella hvat tilboð borgarin og búfólki fær frá okkum. Sum meginregla verða neyðugar persónupplýsingar ikki strikaðar.

Móttakarar av persónupplýsingum

Tá tað er neyðugt fyri at veita borgaranum røttu viðgerð ella rættan heilivág, kunnu vit sum liður í veiting, lata persónupplýsingar víðari til lækna ella annað viðkomandi starvsfólk innan heilsuøkið.

Roðin nýtir harumframt útvaldar KT-skipanir, sum partur av dagliga arbeiðinum, og sum eisini eru neyðugar fyri, at vit kunnu veita borgaranum eina góða tænastu og umsorgan. Í sambandi við okkara nýtslu av KT- skipanum verða persónupplýsingar latnar uttanhýsis KT-veitarum í Føroyum og í ávísan førum KT-veitarum í útlondum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitararnar, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.

Flutningur av persónupplýsingum til triðjalond

Sum meginregla verða persónupplýsingar ikki fluttar til annað triðjaland. Vit kunnu tó nýta útvaldar KT-veitarar, har viðgerð av persónupplýsingum fer fram í triðjalandi, undir hesum USA. Í tílíkum førum tryggja vit, at avtalur samsvarandi standardásetingunum verða gjørdar við veitaran, sum tryggja fullgóða trygd.

Dátuvernd

Kunningartøkni hevur stóran týdning fyri okkara virksemi og teimum tænastum, vit veita borgaranum. Vit taka allar hóttanir og teir váðar, ið eru á KT-trygdarøkinum í størsta álvara og geva øllum okkara skipanum og dátum hægstu KT-trygdarraðfesting. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, ið tryggja eina hóskandi dátuvernd av teimum persónupplýsingum vit viðgera um borgaran. Vit útinna javnan innanhýsis eftirlit og skoðan innan dátuvernd fyri at tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin.

Tíni rættindi

Sum borgari ella avvarðandi hjá búfólki hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum Roðin hevur skyldu til at fylgja.

Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at Roðin avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum ella ynskir tú, at nýta tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.

Samband

Hevur tú spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, ella ynskir tú at nýta tíni rættindi, sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

ROÐIN økistænastan
Friðartún 1
620 Runavík

+298 47 82 00
rodin@rodin.fo
www.rodin.fo

Kæra

Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til rodin@rodin.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.

Dagføringar

Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 15. apríl 2024.