Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tænastur /
Dagtilhald fyri fólk við demensi

Dagtilhald fyri fólk við demensi.

Dagtilboðið Skálastova

Endamálið við hesum tilboðið, er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag. Opið er yrkadagar frá kl. 09.00 – 16.00.

Kostnaður:
Kostnaðurin er 70 kr pr. dag, máltíðirnar eru íroknaður.

Serflutningur:
Møguleiki er fyri at søkja um serflutning, um ein ikki hevur aðrar møguleikar at koma til og frá dagtilhaldinum. Kostnaður er 50 kr/dag

Adressa:
Skálavegur 202
480 Skála

Dagtilboðið fyri yngri við demens

Tilboðið er gjørt í samstarvi millum VEKS, Nánd, NBH og Roðan. Roðin hevur dagligu leiðsluna. 

Endamálið við hesum tilboðið, er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag. Opið er yrkadagar frá kl. 08.00 – 16.00.

Kostnaður:
Kostnaðurin er 70 kr pr. dag, máltíðirnar eru íroknaður.

Serflutningur:
Møguleiki er fyri at søkja um serflutning, um ein ikki hevur aðrar møguleikar at koma til og frá dagtilhaldinum. Flutningur verður skipaður eftir avtalu við viðkomandi øki, har borgarin hevur bústað.  Kostnaður er 50 kr/dag.

Adressa:
Glyvravegur 48
625 Glyvrar

Leinkja til umsóknarbløð eru her