Eysturoyar røktar- og ellisheim.

Eysturoyar røktar- og ellisheim (ERE) varð tikið í nýtslu 4. februar 1984. Heimið er síðan útbygt tvær ferðir og í dag eru tríggjar deildir við íalt 70 pláss. Fimm av hesum plássum verða nýtt til rehabilitering og umlætting, – alt eftir tørvi.
Deildinar á ERE eru
- Norðurstova við 24 búplássum.
- Miðstova við 24 búplássum, har av fýra pláss verða nýtt til rehabilitering/umlætting
- Suðurstova við 22 búplássum, har av eitt pláss verður nýtt til umlætting.
Á Eysturoyar røktar- og ellisheimi er kantina, sum búfólk, avvarðandi og starvsfólk kunnu gera nýtslu av. Starvsfólk og avvarðandi mega nýta eitt serstakt gjaldskort til kantinuna. Kortið fæst til keyps í móttøkuni, sum er opin yrkadagar millum kl 09-15. Skelti við prísum v.m. hongur í kantinuni.
Skrivstovan
Opið yrkadagar frá kl. 9.00 – 15.00.
Frisør og fótarøk
Kann veitast á ERE eftir avtalu.
Samstarvsráð
Sambært § 15 í løgtingslóg um Heimatænastu, eldrarøkt v.m. skal veljast samstarvsráð á røktarheimum og sambýlum.
Í samstarvsráðnum á ERE sita fyri árið 2024-25:
- Magda Solmunde, búfólk
- Anna Glyvradal, búfólk
- Thordis Tausen, avvarðandi
- Bjørg Ellingsgaard, avvarðandi
- Davina Lamhauge, avvarðandi
- Laura Olsen, starvsfólk
- Laura Olsen er formaður
Dagtilhaldið á Eysturoyar røktar- og ellisheimi
Tilboðið verður veitt heimabúgvandi fólkapensjónistum, ið hava tørv á einum skipaðum tilboði.
Dagtilhaldið heldur til í Heimistovu á ERE.
Endamál
At varðveita og stuðla førleika brúkaranna, tað veri seg likamliga, sálarliga, andaliga og sosialt.
Innihald
Sosial samvera, ítriv av handaligum og andaligum slag. Møguleiki er fyri at fáa venjing.
Krøv til brúkaran
Skal verða førur fyri fatanarliga, sálarliga og sosialt at taka virknan lut í teimum tilboðum dagtilhaldið hevur.
Megna at eta sjálvur.
Klára at fara á wc sjálvur (tó er møguleiki fyri stuðli).
Onnur tilboð
Døgurði og annað ábit.
Hárviðgerð kann fáast sambært avtalu, og er til tey, ið ikki kunnu nýta tilboð í býnum/bygdini.
Fótarøkt kann veitast eftir nærri avtalu.
Opið er
Týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag kl. 9.00-16.00
Bústaður ERE
Friðartún 1
620 Runavík
Tlf.: 47 82 00
Teldupostur: rodin@rodin.fo
Móttøkan er opin yrkadagar frá kl. 9.00 – 15.00