Búmerkið hjá felagnum
11. nov. 2026

Fráfaringarhald fyri Katrin.

Roðin skipaði hin 2. oktober fyri fráfaringarhaldi fyri Katrini Jønsson, sum nú fer frá vegna aldur, eftir 30 ár sum sjúkrarøktarfrøðingur hjá Roðanum.
Katrin byrjaði í 1996 í Suðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Frá 2006 til 2016 starvaðist hon á Heiminum á Mýrunum, sum var fyrsta heim í Føroyum fyri fólk við demenssjúku. Eftir eitt stutt tíðarskeið aftur í Suðurstovu, starvaðist hon frá 2018 í Skálastovu, sum er dagtilboð fyri fólk við demenssjúku. Tað var eisini her, fráfaringarhaldið varð hildið.

Løtan var hugnalig, og starvsfelagar, leiðsla og familja vóru savnað til ein góðan drekkamunn. Unn Justinussen, leiðari fyri Demenstænastuna hjá Roðanum, helt røðu, har hon m.a. rósti Katrini fyri hennara mongu góðu eginleikar, bæði sum starvsfólk og menniskja. Eyðun Jacobsen setti sín serliga dám á løtuna við nøkrum sangum.

Katrin takkaði fyri árini hjá Roðanum og mintist aftur á mongu góðu upplivingarnar, hon hevði havt í starvinum.

Roðin takkar Katrini hjartaliga fyri trúgva tænastu og ynskir henni blíðan byr frameftir.

Fleiri myndir.