Demensvinarligar kommunur.
Alment kunningartiltak á Skála
Sum fleiri tykkara óivað hava hoyrt, fer Roðin nú undir eitt spennandi átak, har endamálið er at gera allar 23 bygdirnar hjá Roðanum demensvinarligar.
Hetta merkir, at allir stovnar, fyritøkur og áhugafeløg fáa tilboð um undirvísing um demenssjúkur og vegleiðing í, hvussu tey á bestan hátt kunnu møta og taka ímóti fólki, ið hava eina demenssjúku.
Tá ið undirvísingin og vegleiðingin er lokin, fær viðkomandi stovnur, fyritøka ella áhugafelag eitt sjónligt prógv, eitt demensmerki, um, at tey eru demensvinarlig. Demensmerki er ein mynd av hjálpandi hondum, sum kan verða sett á úthurðina. Á tann hátt kunnu tit vísa, at tit eru til reiðar at taka væl ímóti fólki við demenssjúku.
Átakið byrjar á Skála, har Skálastova heldur til.
Vit leggja fyri við einum almennum kunningartiltaki í Kahyttuni á Skála tann 24. november kl. 19.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vit vóna at síggja nógv tykkara og gleða okkum til saman at taka fyrsta stigið móti einum meira demensvinarligum samfelagi.