Stýrið fyri Roðan hevur skipað seg.
Stýrið fyri Roðan fylgir kommunalum valskeiði. Roðin er samstarvið á eldraøkinum millum tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin – Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunur. Eftir kommunu- valið í november hava kommunurnar valt hesi í stýrið:
Fyri Sjóvar kommunu: Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri
Drós Ellingsgaard
Fyri Nes kommunu: Súni í Hjøllum, borgarstjóri
Elin á Torkilsheyggi
Fyri Runavíkar kommunu: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Sigrun Jónsveinsdóttir
Jógvan Andersen
Arnfinn Langgaard
Johan Vest
Á skipanarfundi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í dag, hevur stýrið skipað seg. Tórbjørn Jacobsen verður formaður og Hans Anders Jacobsen næstformaður í setuni, sum sjøtul nú er settur á.
Jóngerð Guttesen er dagligur leiðari fyri Roðan, sum fevnir um Eysturoyar røktar,- og ellisheim í Runavík, Vesturskin á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldið fyri minnisveik á Skála, Dagtilhaldið í Runavík, heimatænastu, Demenstænastu og Fysio,- og ergoterapi.