Búmerkið hjá felagnum
28. jan. 2025

Roðin takkar Elisabeth fyri drúgva tænastu.

Elisabeth Joensen, heilsuhjálpari sum hevur starvast innan eldraøkið í 27 ár - 20 tey seinastu árini á Vesturskin á Toftum, fer nú úr starvið. Í tí sambandi varð skipað fyri hátíðarhaldi á Vesturskin á Toftum tann 23. januar 2025. í tí sambandi bar Jóngerð Guttesen eina heilsan, har hon m.a. segði:

Góða Elisabeth

Í dag savnast vit fyri at takka tær fyri tína tíð, sum starvsfólk í eldraøkinum. Fyri at takka tær fyri títt arbeiði bæði, sum heimahjálp í heimatænastuni og fyri arbeiði í køkinum her á Vesturskin. Vit siga farvæl við eitt starvsfólk, sum hjartaliga og við umsorgan hevur gjørt mun fyri øll rundan um teg hesi 27 árini tú hevur starvast í eldraøkinum.

Tú ert nakað heilt serligt. Tín førleiki at vísa empati, at vera har fyri onnur, at síggja menniskju og møta teimum, har tey eru, er einki minni enn merkisvert. At vera sum tú, er ikki nakað ein lærir til, tað er nakað, ein er føddur við. Og tú hevur givið alt hetta – uttan fyrivarni – til tey menniskju, sum tú hevur samstarva við, hevur røkt og verið um.

Men tað steðgar ikki her. Tín hjartaligheit hevur ikki bert verið rætt móti dagligari matgerð, røkt og umsorgan, men eisini móti at skapa gleði í lívinum hjá teimum eldru. Tín eldhugi at skipa fyri tiltøkum til búfólkini, hevur verið ein gáva til bæði tey, teirra avvarðandi og Vesturskin. Við kreativum hugskotum og vilja at fáa ting at henda, hevur tú skapt gleði og góð minnir til so mong.

Góða Elisabeth, tú fert at lata eitt tómarúm eftir teg, sum verður torført at fylla. Men tú letir eisini eftir teg ein arv, sum vit fáa íblástur úr.

Frá okkum øllum – leiðslu, starvsfólkum og búfólkum fari eg at takka tær so mangan. Takk fyri tíðina, trúfesti, arbeiðssemi og títt stóra hjarta. Tú hevur sett eitt spor, sum aldrin fer at verða gloymt. Tú fert altíð at eiga eitt serligt pláss á Vesturskin.

Vit ynskja tær og familjuni alt tað besta.