Búmerkið hjá felagnum
06. feb. 2025

Jóngerð Guttesen Ársins Almenni Leiðari 2025.

Fríggjadagin 31. januar vórðu Ársins Leiðarar 2025 kosnir á Hotel Føroyum. Hetta er 21’unda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum. Synergi skipar fyri Leiðaradegnum. Ársins leiðari er tignarligasti heiður ein leiðari í Føroyum kann fáa. Dómsnevndin, sum velur Ársins leiðarar: Í dómsnevndini fyri 2025 sita Johnny í Grótinum, Ingibjørg Berg og Árni Jakobsen

Um Jóngerð Guttesen, leiðara í Roðanum segði dómsnevndin:

 

Jóngerð hevur síðani á sumri 2017 stjórna Roðanum, sum er heitið fyri eldrasamstarvið millum Runavíkar, Sjóvar og Nes kommunur. Her stjórnar hon 300 starvsfólkum, sum veita týðandi umsorganartænastur í geiranum við vaksandi tørvi. Tað ger hon á ein álitisvekjandi hátt umvegis deildarleiðarar, sum hon stuðlar til, at Roðin støðugt mennir tilboð og tænastur til borgarar og teirra familjur.

Ein útsøgn frá deildarleiðara um Jóngerð:

“Hon er ein góður leiðari, tí hon lítur á okkum og gevur okkum álit. Hon letur okkum eisini útbúgva okkum, um áhugi er fyri tí. Ynskir trivna”.

Sum leiðari er Jóngerð skilagóð, fevnandi og empatisk. Tað gevur tryggleika hjá starvsfólkunum, sum uppliva eina tíðarhóskandi starvsfólkaleiðslu. Hon gongur høgt uppí, at borgarar og teirra familjur í Roðanum, fáa eina dygdargóða tænastu. Roðin var ein av fyrstu eldrasamtøkunum at seta dygdarmennarar í starv, og sum sjúkrarøktarfrøðingur leggur Jóngerð dent á, at dygdin altíð er í hásæti. Hjá starvsfókunum kennist tað meiningsfult at starvast undir slíkari leiðslu.

Stóri innsatsurin sæst eisini aftur í nøgdseminum hjá brúkarunum. Í sambandi við kommunuvalið 2024 gjørdi Lóður kanning fyri KvF, sum staðfesti, at eldrarøktin í Runavíkar, Sjóvar og Nes kommunu fekk besta skoðsmálið í landinum.