04. jun. 2025
50 starvsfólk undirvísing í demens..
Í góðveðrinum herfyri, fingu gott 50 starvsfólk hjá Roðanum, undirvísing um demens, frá kendu og sera dugnaligu Mette Søndergaard. Mette er ergoterapeutur, og býr í Danmark. Hon hevur arbeitt innan demensøkið í umleið 30 ár. Hon er sera kveikjandi í sínum hátti at undirvísa uppá, og megnar sum ongin annar, at rúnarbinda øll ið lurta, við sínum boðskapi! Tað vóru sera vælnøgd starvsfólk, ið fóru heimaftur, eftir skeiðið.