Búmerkið hjá felagnum
12. feb. 2026

Heilsurøktari, heilsuhjálpari ella hjálparfólk til Heimatænastuna í Roðanum.

Vilt tú vera við til at gera ein mun í gerandisdegnum hjá fólki í teirra egna heimi?
Roðin søkir eftir umsorganarfullum og álítandi røktarstarvsfólki til heimatænastuna.


Vit søkja eftir:

Einum barnsburðar farloyvisstarvi á 0,8 starvsbrøk (32 tímar um vikuna).
Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum – dag-, kvøld- og vikuskiftir.
Starvið er til setan frá 1. mars 2026 til 01. august 2027
Avloysarum, ið kunnu taka vaktir eftir tørvi.

Arbeiðsuppgávur

Sum partur av heimatænastuni kemur tú at:

Veita persónliga og praktiska røkt til borgarar í teirra egna heimi
Stuðla borgaranum í at varðveita sjálvbjargni, tryggleika og góða lívsgóðsku
Samstarva við starvsfelagar, avvarðandi og aðrar heilsufakligar samstarvsbólkar
Skráseta og fylgja upp í Cosmic, so røktin verður tillagað tørvinum
Vera við til at menna trivnað og góðar gerandisloysnir hjá borgarunum

Vit leita eftir tær, ið:

Ert útbúgvin heilsurøktari (við góðkenning), heilsuhjálpari – ella hevur viðkomandi royndir sum hjálparfólk
Hevur royndir innan heimarøkt (fyrimunur, men ikki krav)
Ert umsorganarfull/ur, álítandi og hevur góð samskiftisevni
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi
Skapar tryggleika og álit hjá borgaranum
Tekur ábyrgd fyri tínum arbeiði
Hevur koyrikort, tí arbeiðið krevur koyring út til bargararnar

Vit bjóða tær

Eitt arbeiðspláss, har tú ger ein mun hvønn dag
Eitt gott arbeiðsumhvørvi við fokus á trivnað og samstarv
Góða upplæring og møguleikar fyri fakligari menning
Góðar starvstreytir og løn sambært galdandi sáttmála

 

Setanarviðurskifti

Størvini verða lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og ávikavist
Heilsurøktarfelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Anju Holm, deildarleiðara í heimatænastuni
Telefon: 793304 Teldupostur: anjah@rodin.fo


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til: rodin@rodin.fo Viðmerk umsóknina: “ Heimatænastan”
Umsóknarfreistin er: 4 mars 2026