ROÐIN SØKIR EFTIR RØKTARSTARVSFÓLKI TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM.
Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
- Einum røktarstarvsfólki fyri røktarstarvsfólk í barnsburðarfarloyvi frá 1. januar 2026 til 1. januar 2027. Starvið er á setanarbrøki 0,9 svarandi til 36 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti
FØRLEIKAKRØV
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
Prógv sum heilsuhjálpari
Áhuga at arbeiða við eldri fólki
Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning
KT-førleika á brúkarastøði
VIT BJÓÐA TÆR
Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður at seta 1. januar 2026 og lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag MEIRA FÆST AT VITA Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo
UMSÓKN Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”. Umsóknarfreistin er 23. november 2025.