Búmerkið hjá felagnum
08. mar. 2026

Sjúkrarøktarfrøðingar til heimatænastuna.

Talan er um:

-        Eitt barsilsstarv á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi í dag.-, kvøld,-  og tilkallivaktum gerandisdagar, umframt 3. hvørt vikuskifti. Starvið er til setan frá 1. mai 2026 til 1. septembur 2027

-        Eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar í dagvaktum. Starvið er til setan frá 1. mai 2026 til 1. septembur 2027

 

Um starvið

Heimasjúkrarøktin fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima.

Vit arbeiða fyri at:               

Fyribyrgja sjúku
Veita røkt og umsorgan við virðing og fakligum dygdargóðskum
Endurmenna mistar førleikar
Styrkja møguleikan hjá borgaranum at klára seg sjálvan
Tú verður partur av einum fjørbroyttum og tvørfakligum toymi, har samstarv og faklig menning eru í miðdeplinum.

 

Fakligir førleikar

Vit vænta, at tú:

Hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Hevur góð evni at samskifta bæði í skrift og talu
Hevur KT-førleikar á brúkarastøði
Tað kann vera ein fyrimunur um tú:

Hevur royndir frá kliniskari sjúkrarøkt ella heimasjúkrarøkt
Hevur eftirútbúgving ella skeið innan t.d. gerontologi, palliatión, sárrøkt ella líknandi
 

Persónligir førleikar

Vit leggja dent á, at tú:

Hevur góð samstarvsevni
Trívist í tvørfakligum samstarvi
Ert arbeiðssom/arbeiðssamur, álítandi og sjálvstøðug/ur
Hevur góð evni at miðla sjúkrarøkt og skapa tryggleika hjá borgaranum
 

Vit bjóða tær

Ein spennandi og mennandi arbeiðsdag
Møguleika at hava ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
Eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum
Fjølbroyttar avbjóðingar og møguleika at seta tín dám á arbeiðið
 

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Holm, deildarleiðara í heimatænastuni
Telefon: 793304 Teldupostur: anjah@rodin.fo

 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til: rodin@rodin.fo Viðmerk umsókninal “Heimatænastan”
Umsóknarfreistin er 22. mars 2026.