Undirvísing í palliatión í Víkingahúsinum.
18. november undirvísti palliativa toymið á Landssjúkrahúsinum í palliatión í Víkingahúsinum. Undirvísingin var fyri sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar í Nánd, Norðoya Bú- og Heimatænastu, Roðanum og fyri sjúkrarøktarfrøðingar hjá kommunulæknunum.
Skráin fyri dagin var henda:
Grundleggjandi hugtøk innan palliatión
Palliativt tilboð til øll við lívshóttandi sjúku
Fysisk, sálarlig, sosial og eksistentiel symptomlinnan (Total Pain)
Symptomscreening
Symptomlinnan til doyggjandi
Hvat krevst fyri at borgarin kann doyggja í egnum heimi
Eksistentiel líðing og andalig palliatión
Eginummsorgan til starvsfólk
Undirvísarar vóru: Marita Reginsdóttir av Steinum, lungalækni, Tordis Kristiansdóttir, onkologur, Rúna K. Danielsen, sjúkrarøktarfrøðingur, Lena Bjarnason, sjúkrarøktarfrøðingur, Hansina Mikkelsen, sjúkrarøktarfrøðingur, Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, Jóhanna Andreasen, sjúkrarøktarfrøðingur og funktiónsleiðari.
Við orðunum hjá grundleggjaranum av hospice, Cisely Sounders (1916–2005), var dagurin skotin í gongd:
You matter because you are you, and you matter to the last moment of your life. We will do all that we can not only to help you die peacefully, but also to live until you die:
Sjóneykan var á, hvussu vit sum heilsustarvsfólk best hjálpa fólki við ólekjandi sjúku at liva so væl sum til ber áðrenn deyða, og hvussu vit kunnu samstarva tvørtur um fak og geirar.
Seinnapartin var sjóneykan á eginumsorgan til heilsustarvsfólk.
Alt í alt øll sera viðkomandi evnir.
Vit takka palliativa toyminum á Landssjúkrahúsinum hjartaliga fyri ein framúr góðan dag og fyri sera góða undirvísing.