Búmerkið hjá felagnum
13. jan. 2026

Roðin og Elding business/Arctic Import skrivað undir avtalu..

Roðin hevur gjørt ein trý ára rammusáttmála við Elding Business / Arctic Import um veiting av sápu, reingerðingsvørum og øðrum viðkomandi vørum til virksemið hjá Roðanum.

Avtalan er gjørd við denti á góðsku, veitingartrygd og skynsamt innkeyp, og skal tryggja, at tænasturnar hjá Roðanum hava atgongd til hóskandi og álítandi vørur. Samstundis leggur avtalan grundarlag undir eina skipaða og burðardygga innkeypsskipan, sum stuðlar undir ábyrgdarfullan rakstur.