Búmerkið hjá felagnum
19. jan. 2026

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari ella hjálparfólk, so vilja vit fegin hoyra frá tær.

 

Hevur tú áhuga fyri at veita umsorgan fyri menniskjum, og vilt tú vera við til at gera mun í gerandisdegnum hjá eldri borgarum?

Heimatænastan leitar eftir umsorganarfullum og ábyrgdarfullum avloysarum til borgarar, ið búgva heima. Tín innsatsur hevur týdning.

Vit søknast eftir:

Avloysarum til heimahjálp – heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólki
Avloysarum til heimasjúkrarøkt – sjúkrarøktarfrøðingum
Arbeiðið er í skiftandi vaktum (dag-, kvøld- og vikuskiftir).

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

At veita persónliga og praktiska røkt til borgarar í teirra egna heimi, við tí endamáli at stuðla teimum í at varðveita sjálvbjargni og góða lívsgóðsku.
At samstarva við starvsfelagaðar, avvarðandi og aðrar heilsufagbólkar, fyri at tryggja, at borgarin fær ta hjálp honum tørvar.
At fylgja upp og skráseta í Cosmic, fyri at tryggja, at røktin verður tillaga og framd eftir tørvi.
At vera við til at menna trivnaðin hjá borgarunum og stuðla honum í dagligdegnum.
 

Vit leita eftir tær, ið:

Er útbúgvin og hevur góðkenning, sum Sjúkrarøktarfrøðingur.
Er útbúgvin og hevur góðkenning, sum Heilsurøktari.
Er útbúgvin Heilsuhjálpari.
Hevur møguligar royndir í heimarøkt - hóast tað ikki er eitt krav.
Er umsorganarfull/ur, álítandi og hevur góð evni at samskifta, bæði við borgarar, avvarðandi, starvsfelagar og aðrar fakbólkar.
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evnini at skapa tryggleika og álit hjá borgaranum.
Tekur ábyrgd fyri tínum arbeiði.
Hevur koyrikort, tí starvið krevur, at tú skalt koyra út til borgararnar.
 

Vit bjóða:

Eitt arbeiðspláss, har tú hevur møðuleika at gera mun í gerandisdegnum hjá tí einstaka borgaranum.
At tú verður partur av einum starvsfólkahópi, har trivnaður og samstarv er í hásæti.
Góða upplæring og møguleika fyri fakligari menning.
Góðar starvstreytir og løn í samsvarar við galdandi sáttmála.
 

Setanarviðurskifti

Størvini vera lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og ávikavist Sjúkrarøktarfelagnum, Heilsurøktarfelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
Anju Holm, deildarleiðara í heimatænastuni
tlf. 793304
anjah@rodin.fo

Umsókn:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning (um viðkomandi) og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til:
rodin@rodin.fo

Viðmerkjast skal: “Avloysari til heimatænastuna”
Umsóknarfreistin er 3. feb 2026.