Búmerkið hjá felagnum
19. feb. 2026

Roðin hevur styrkt demsøkið .

Vit í Roðanum eru errin av, at tríggir av okkara sjúkrarøktarfrøðingum hava fingið prógv í “Demensvinaligari viðgerð og røkt” á Fróðskaparsetri Føroya.

Endamálið við útbúgvingini er at styrkja fakligu førleikarnar, at veita virðiliga, trygga og fakliga grundaða røkt og viðgerð til fólk við demens, við serligum atliti at kognitivum og sálarligum avbjóðingum.

Demenssjúkur eru í altjóða høpi viðurkendar sum ein av størstu avbjóðingunum fyri fólkaheilsuna, og tí er tað týdningarmikið, at raðfesta økið.

Við hesum førleikunum styrkja vit arbeiðið fram ímóti visiónini hjá Roðanum um, at vera leiðandi innan dygdargóða og persónsmiðaða eldrarøkt – har tænasturnar eru skipaðar eftir tí einstaka borgaranum, og har starvsfólkið er lykilin til dygd og trivnað – og tryggja soleiðis enn betri røkt til borgarar við demens í okkara øki.

Vit ynskja teimum trimum Daniu, Sáru og Gudny hjartaliga tillukku.