Førleikamenning innan demens..
Í viku 9 skipaði Roðin fyri førleikamenning innan demens, har umleið 60 starvsfólk luttóku í tveir dagar.
Dentur var lagdur á vitan um demenssjúkur, samskifti og leiklutin hjá starvsfólki sum arbeiðsamboð.
Eisini varð arbeitt við, hvussu umhvørvið kann skipast fyri at styrkja trivnað og lívsgóðsku.
Starvsfólk vórðu kunnað um nýggj faklig amboð til málrættaða og dygdargóða røkt.
Somuleiðis varð sjóneykan sett á týdningin av at stuðla avvarðandi í eini krevjandi støðu. Tann týðandi leiklutin tey hava og eisini teirra tørv á
Í somu viku varð filmurin Human Forever vístur fyri umleið 100 starvsfólkum í Løkshøll.
Filmurin gevur eina sterka mynd av lívinum hjá fólki við demens og týdninginum av menniskjaligari røkt.
Framleiðararnir Teun Toebes og Jonathan de Jong luttóku og svaraðu spurningum.