Búmerkið hjá felagnum
18. mar. 2026

Undirvísing í rehabilitering .

Seinast í februarmánaði skipaði Roðin fyri undirvísing í rehabilitering fyri starvsfólki í heimatænastuni og Miðstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, har samdøgursrehabiliteringseindin er staðsett. Endamálið var at styrkja vitan og felags fatan av rehabilitering sum arbeiðshátti.

Undirvísingin varð skipað og framd av fakfólkum úr Roðanum, - og harumframt hevði Roðin heitt á Jónu Østerø, sjúkrarøktarfrøðing og undirvísara á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, at undirvísa.

Dentur varð lagdur á týdningin av at taka stig í góðari tí soleiðis at borgarar kunnu fáa neyðugu hjálp at varðveita sjálvbjargni og lívsgóðsku. Málbólkurin var borgarar, sum búgva heima, men koma í samdøgursrehabilitering og síðan fara heim aftur – tí er samstarv og viðkomandi førleikar hjá starvsfólki avgerandi.

Undirvísingin fevndi um grundleggjandi vitan um rehabilitering, leiklutin hjá ymiskum fakbólkum, arbeiðshættir, skjalfesting og samstarv. Dentur var lagdur á, hvussu rehabilitering kann gerast ein natúrligur partur av dagliga arbeiðinum.

Endamálið við undirvísingini er framhaldandi at menna tænasturnar í Roðanum, so borgarar kunnu búgva heima sum longst – samstundis sum teir kunnu uppliva lívsgóðsku.

Fleiri myndir.